29.10.2014

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Thordis Skaalum
  • Jóhan á Ørg
  • Jákup á Stongum
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Hendrik Olsen
Umframt: Sunrid Rasmusen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um fíggjarligan stuðul, Róðrarfelagið Sleipner

Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

Tikið av skrá.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um fíggjarligan stuðul til uttanlandsferð, Musikkskúlin í Vágum

Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um stuðul til arbeiði hjá felagsskapinum, KRIS

Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Tikið av skrá.

 

 

 

Mál nr. 6

Skriv frá Jóhan á Ørg, viðv. matr. nr. 216 í Sørvági, Elmar Mikkelsen

Tekniska nevnd mælir til at svara soleiðis:
Tekniska nevnd mælir til, at umsjónarleiðarin saman við arbeiðsformanninum tekur sær av málinum.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um byggiloyvi til skúr á matr. nr. 146b í Sørvági, Sp/f Westtech

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til skúr á matr. nr. 146b í Sørvági, samb. umsókn og tekningum dagf. 7. oktober 2014.
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um ætlaðar broytingar á gomlu farstøðini á flogvøllinum, RÁÐ

Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi til broytingar í gomlu farstøðini samb. umsókn dagfest 2. oktober 2014 og tekningum dagf. 1. oktober 2014. Loyvið verður givið við teimum treytum, ið eru ásettar í skrivi frá Notir dagfest 11. september 2014 og skrivi dagfest 22. september 2014 til Ráð verkfrøðingar v/Einar Brimnes. Eisini verður víst til viðmerkingar frá PLO á tekningum dagf. 11. september 2014. Tekningarnar eru dagf. 9. september 2014. Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd

 

 

 

Mál nr. 9

Umsókn um byggiloyvi á matr. nr. 62 í Sørvági, Gunvør Ehlers

Sørvágs kommuna arbeiður við at endurnýggjað byggisamtyktina fyri Sørvág og verður umsóknin viðgjørd, tá hetta arbeiðið er liðugt.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 10

Leinging av - fyribils tíðaravmarkað loyvi til aling av laksi og síla á C-20, Sørvágsfjørð ytra, A-83 - til 31. mars 2015 hjá LUNA

Havnarnevndin viðmælir at fyribils tíðaravmarka loyvi til aling av laksi og síli á C-20 Sørvágsfjørð ytra, A-83 verður longt til 16. mars 2015.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnarnevndini.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12