24.09.2014

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Thordis Skaalum
  • Jóhan á Ørg
  • Jákup á Stongum
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Hendrik Olsen
Umframt: Sunrid Rasmusen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

1. viðgerð av fíggjarætlan fyri 2015

Uppskot um rakstrarútreiðslur fyri 2015 varð lagt fyri bygdaráðið.
Høvuðstølini eru hesi:

    2015
§1. Kommunal fyrisiting   3.115.000
§2. Almanna- og heilsumál   3.619.000
§3. Børn og ung   6.599.000
§4. Undirvísing   3.684.000
§5. Mentan og frítíð   2.591.000
§6. Teknisk mál   4.306.000
§7. Kommunal virki   2.842.000
     
Rakstur   26.756.000
     
Íbúðarmál   900.000
Rentur   1.015.000
Avdráttur   2.810.000
     
Samlaðar útreiðslur   31.481.000

 

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um broytan av byggisamtykt í Bø, Jegvan Heinesen

Tekniska nevnd mælir til at svara, at tað ikki verður tikið eitt einstakt stykki burturúr til grundøki, men at hetta verður tikið upp, tá byggisamtyktin fyri bygdina verður endurskoðað.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um byggiloyvi til hjall á matr. nr. 253o, Hans Simonsen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til hjall, samb. umsókn og tekningum móttiknar 21. august 2014.
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um byggiloyvi til úthús á matr. nr. 362, Ólavur Guttesen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til úthús, samb. umsókn og tekningum dagfest 29. august 2014.
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um byggiloyvi til havastovu á matr. nr. 18c, Jógvan Jákup Lauritsen

Tekniska nevnd mælir til at svara umsøkjaranum soleiðis: Vísandi til umsókn móttikin 4. september 2014, har søkt verður um byggiloyvi til havastovu verður víst til byggisamtyktina hjá Sørvágs kommunu.
Niðanfyri er tilskilað, hvørja heimild kommuna hevur sambært byggisamtyktina.
Í grein 21 § stk. 5 er ásett: at á traðarstykki har bygningur er frammanundan (*), kann loyvi bert verða givið til at byggja eitt goymslurúm sum í mesta lagi er 10 kvm. afturat verandi bygningi.
Bygging má einans fara fram, aftaná at loyvi er fingið frá friðingarnevndini, sambært løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing.
(*) Frammanundan er her at skilja sum tíðarskeiðið fram til kunngerðardagin fyri hesari byggisamtykt.
Vísandi til omanfyri nevnda, mælir Tekniska nevnd frá at geva byggiloyvi.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 6

Umsókn um endurnýggjan av byggiloyvi til hjall, Eddie Lauritsen

Vísandi til bygdaráðssamtykt frá 30. juni 2006 verður byggiloyvið, sum Mykines kommuna og friðingarmyndugleikarnar góvu í 2002, endurnýggjað.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um marknaumskipan millum matr. nr. 388d og matr. nr. 388b, Eskild/Kári Simonsen

Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um marknaumskipan millum matr. nr. 388d og matr. nr. 388b.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 63 í Mykinesi, Agnar, Regin og Katrin Joensen

Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um sundurbýti av matr. nr. 63 í Mykinesi.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 9

Broytt innsigling á Sørvág

Luna hevur søkt um at siglingin inn á Sørvág verður broytt í samband við, at aliøkið verður flutt.
Havnarnevndin hevur viðgjørt málið saman við avvarandi myndugleikum. Hetta er nú komið uppá pláss og hevur Landsverk staðsett, hvar vitarnir skulu standa, og endaligar tekningar, hvar vitarnir skulu standa, fyriliggja. Annar kemur at standa niðri á vollanum við fótbóltsvøllin og hin heimanfyri Breiðá.

Bygdaráðið hevur samtykt at seta vitarnar eftir tilmælinum hjá Landsverk, skjal 2 - 09.04.2014 SP og korti dagsett 11.04.2014.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12