03.09.2014

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Thordis Skaalum
  • Jóhan á Ørg
  • Jákup á Stongum
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Hendrik Olsen
Umframt: Sunrid Rasmusen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um stuðul, Frælsi

Umsóknin hjá felagnum er í tveimum. Ein er um hølir og hin um peningaligan stuðul.
Fíggjarnevndin metir seg hava gingið umsóknini um hølir á møti.
Í samband við umsóknina um peningaligan stuðul, so er mannagongdin tann, at feløgini lata inn roknskap til kommununa.
Fíggjarnevndin mælir frá at veita peningaligan stuðul í ár. Frælsi er vælkomin at søkja aftur í 2015.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um stuðul til bókaútgávu "Kirkjurnar í Føroyum", forlagið Fannir

Trivnarðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um stuðul, MBF

Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Tikið av skrá.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um loyvi til uppíbygging á sethús á matr. nr. 141a, Svenn Justinussen

Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi til uppíbygging á sethús á matr. nr. 141a sambært umsókn og tekningar dagfest 7. juli 2014.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 6

Umsókn um loyvi til uppíbygging á úthús á matr. 170a, Jógvan á Ørg

Tekniska nevnd mælir til at svara soleiðis: Sørvágs kommuna hevur givið tygum byggiloyvi til úthús 4. sept. 2013 sambært §21 stk. 5 í almennu byggisamtyktini fyri Sørvág.
Í grein 21 § stk. 5 er ásett: at á traðarstykki, har bygningur er frammanundan (*), kann loyvi bert verða givið til at byggja eitt goymslurúm sum í mesta lagi er 10 kvm. afturat verandi bygningi.
Bygging má einans fara fram, aftaná at loyvi er fingið frá friðingarnevndini, sambært løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing.
(*) Frammanundan er her at skilja sum tíðarskeiðið fram til kunngerðardagin fyri hesari byggisamtykt.
Vísandi til omanfyri nevnda, mælir Tekniska nevnd frá at ganga umsóknini á møti.
Jóhan á Ørg luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um marknaumskipan millum matr. nr. 340a og matr. nr. 362

Tekniska nevnd viðmælir marknaumskipan millum matr. nr. 340a og matr. nr. 362.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 8

Søla av matr. nr. 272aa

Fíggjarnevndin mælir til at selja matr. nr. 272aa til Severin Niclasen, samb. vanligum treytum.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 9

Lim/varalim í stýrið fyri Heimatænastuna í Vágum

Bygdaráðið samtykti at umframt borgarstjóran, Suna Jacobsen at velja Ragnar í Haraldstovu sum lim fyri Heimatænastuna í Vágum og Thordis Skaalum sum varalim.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12