25.06.2014

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Thordis Skaalum
  • Jóhan á Ørg
  • Jákup á Stongum
  • Jákup Suni Lauritsen
Umframt: Sunrid Rasmusen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um byggiloyvi til transformarastøð, SEV

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til transformarastøð, samb. umsókn móttikin við telduposti 27. mai 2014.
Loyvið frá Norðurtriðingi ytra parti fyriliggur.
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 2

Ums. um byggiloyvi til altan á sethús á matr. 142, Henry/Sólvá Zachariassen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til altan á matr. nr. 142 samb. umsókn og tekningar dagf. 9. juni 2014.
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um byggiloyvi til uppíbygging av verandi sethúsum á matr. 137, John Gudmundsen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til uppíbygging av verandi sethúsum á matr. nr. 137 samb. umsókn móttikin 4. mars 2013 og tekningum móttiknar 16. juni 2014.
Grannaloyvi frá matr. nr. 151a fyriliggur.
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um byggiloyvi til víðkan av altan á sethúsum matr. nr. 333g, Sigurd Jan Tavsen og Eyð Ellingsgaard

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til víðkan av altan á matr. nr. 333g samb. umsókn og tekningar móttikið 17. juni 2014.
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 5

Prísir í bátahylinum/leiguøkir

Havnarnevndin mælir til at prísirnir á bátaplássum í bátahylinum frá 1. januar 2015 verða sum niðanfyri tilskilað:

      u/MVG v/MVG
Bólkur 1 4 mannafør og smærri 160-199 cm kr. 800,00 kr. 1.000,00
Bólkur 2 5-6 mannafør 200-229 cm kr. 1.000,00 kr. 1.250,00
Bólkur 3 7-8 mannafør 230-259 cm kr. 1.600,00 kr. 2.000,00
Bólkur 4 10 mannafør 260-289 cm kr. 2.000,00 kr. 2.500,00
Bólkur 5 Seksæringar 290-319 cm kr. 2.500,00 kr. 3.125,00
Bólkur 6 Størri bátar 320+ kr. 3.500,00 kr. 4.375,00

 

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

Tilboð frá Sp/f Kristian Olsen, planering havnarøkið

Havnarnevndin mælir til at taka av tilboði frá Sp/f Kristian Olsen.
Tilboðið er uppá kr. 125.000,00 v/MVG.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnarnevndini.
Peningurin verður at taka av konto 73814381 havnir og lendingar.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 7

Tilboð um streym til bjargingarbátin Sverra

Havnarnevndin mælir til at taka av tilboði frá Sp/f Thorfinn Nielsen um streym til Sverra.
Tilboðið er upp á kr. 23.668,40 v/MVG.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnarnevndini.
Peningurin verður at taka av konto 73814380 havnir og lendingar.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Málið tikið av skrá

 

 

 

Mál nr. 9

Umsókn um stuðul til terassu, Traðarlund v/Eron Debes

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Traðarlund við kr. 13.246,70 v/MVG.
Peningurin verður at taka av kto.05241338010 – Mentunarmál.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Rokningin skal sendast til Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Jákup Suni Lauritsen luttók ikki í viðgerðini av málinum.

 

 

 

Mál nr. 10

Málið tikið av skrá.

 

 

 

Mál nr. 11

Lánsavtala og Samstarvsavtala, Á Sýnini

Fíggjarnevndin mælir til at bygdaráðið góðtekur niðanfyri nevndu lánsavtalunar, pantibrøv og servituttir:

  • Lánsavtala á kr. 5.643.406.00. Lánið verður afturgoldið í tíðarskeiðinum 1. januar 2015 til 1. august 2019
  • Pantibræv á kr. 5.643.406,00 matr. nr. 233m í Miðvági
  • Lánsavtala á kr. 15.750.000,00 í studningsláni úr landskassanum. Lánið er rentu- og avdráttarfrítt
  • Pantibræv á kr. 15.750.000,00 matr. nr. 233m í Miðvági
  • Servituttur á matr. nr. 233m í Miðvági

Bygdaráðið samtykti omanfyri nevndu lánsavtalur, pantibrøv og servitutt.

Somuleiðis samtykti bygdaráðið at góðtaka Javnbjóðis samstarvsavtala millum Sørvágs- og Vága Kommunu um skipan av heimatænastu í Vágum.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12