28.05.2014

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Hendrik Olsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Thordis Skaalum
  • Jóhan á Ørg
  • Jákup á Stongum
Umframt: Sunrid Rasmusen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Ársroknskapurin fyri 2013

Ársroknskapurin fyri 2013 varð einmælt samtyktur. Endaligu roknskapartølini í mun til játtanina við eykajáttanum vóru:

  Játtan 2013   Roknskapur 2013
Útreiðslur: 29.563   29.085
Inntøkur: 33.400   35.743
Løgur: 17.557   17.407

 

 

 

Mál nr. 2

Ums. um byggiloyvi til garð á matr. nr. 141g, Debora Hjelm og Niels J. Nielsen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til garð á matr. nr. 141g í Sørvági, samb. umsókn og skitsu dagfest 5. mai 2014.
Grannaloyvið frá matr. nr. 141h skal fyriliggja, áðrenn byggiloyvi verður útskrivað.
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um byggiloyvi til skúr á matr. nr. 253i, Hallur Petersen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til skúr á matr. nr. 253i í Sørvági samb. umsókn og tekningar móttiknar 6. mai 2014.
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 4

Ums. um loyvi til at byggja trimpul á neyst á matr. nr. 129b, Anfinn Frederiksen

Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi at byggja trimpul á neyst á matr. nr. 129b samb. umsókn og tekningar dagfest 8. mai 2014.
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 272c, Æna Reinhert og Herfinn Olsen

Bygdaráðið samtykti sundirbýti av matr. nr. 272c.

 

 

 

Mál nr. 6

Umsókn um stuðul til keyp av telduútbúnaði, Felagið Gásadalur

Trivnaðarnevndin mælir til, at Felagið Gásadalur kemur at brúka útgerðina hjá Bíggjarbata.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um stuðul, Vága Ríðingarfelag

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 25.000,00.
Trivnaðarnevndin metir, at hetta er vert at stuðla, tí felagið hevur víst í verki ein stóran vilja, at fáa eina ríðingarhøll, sum øll í Vágum kunnu gera nýtslu av.
Peningurin verður at taka av kto. 05241338010.
Meirlutin í Fíggjarnevndini mælir frá at stuðla.
Atkvøtt var um tilmælið frá Trivnaðarnevndini.
3 vóru fyri og 3 í móti. Sostatt fall uppskotið frá Trivnaðarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um stuðul fyri 2014, Sørvágs Ítróttarfelag

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Sørvágs Ítróttarfelag við kr. 150.000,00 fyri árið 2014.
Peningurin verður at taka av kto. 5.24.14.380.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.
Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

 

 

 

Mál nr. 9

2. viðgerð av eykajáttan til skúlan

Fíggjarnevndin mælir til at flyta
kr. 100.000 av konto 5241338010 Mentunarmál
kr. 100.000 av konto 6245138010 Kirkjugarðar
kr. 100.000 av konto 6304138110 Kloakkir
kr. 200.000 av konto 6381138110 Vegir
til konto 4232238120 Fólkaskúlin
Eykajáttanin er útreiðsluneutral.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini

 

 

 

Mál nr. 10

Kunning um "Samstarvsavtala millum Vága- og Sørvágs kommunur um skipan av heimatænastu og eldrarøkt."

 

 

 

Mál nr. 11

Umsókn um byggiloyvi til at yvirdekka altan, Linda Lauritsen

Bygdaráðið samtykti at geva byggiloyvi til at yvirdekkað altan samb. umsókn og innsendum tekningum dagfestar 26.05.14.
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12