30.04.2014

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Hendrik Olsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Thordis Skaalum
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Jóhan á Ørg
  • Jákup á Stongum
Umframt: Sunrid Rasmusen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um broyting av byggiloyvi á matr. nr. 422n, Landsverk

Vísandi til teldupost móttikin 26. mars 2014 søkir Landsverk um loyvi at broyta byggiloyvið ið er samtykt av bygdaráðnum 30. oktober 2013 um byggiloyvi á matr.nr. 422n í Sørvági.
Tekniska nevnd mælir til at loyva, at byggiloyvið verður broytt, samb. umsókn og skitsu móttikin í telduposti 26. mars 2014.
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 388d, Eskild Simonsen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 388d samb. umsókn og tekningar móttiknar 10. apríl 2014.
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 3

Fíggjarætlan 2015, Sørvágs bókasavn

Trivnaðarnevndin viðmælir fíggjarætlanina hjá Sørvágs bókasavn fyri 2015.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndni.

 

 

 

Mál nr. 4

Skriv frá Ragnar í Haraldstovu viðv. laðaðum garðum í Sørvági

Kunning til bygdaráðið.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um stuðul, Kvinnuhúsið

Trivnaðarnevndin metir at hetta er ein landsuppgáva og mælir tí frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

Umsókn um stuðul, Sørvágs Tónleikarfelag

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 7.000,00.
Peningurin verður at taka av kto.052413380 Mentunarmál.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjar- og Trivnaðarnevndini

 

 

 

Mál nr. 7

Tikið av skránni.

 

 

 

Mál nr. 8

Hoyring um broyting av siglingarleiðini inn á Sørvág, Landsverk

Havnarnevndin tekur undir við ætlanunum hjá Landsverk um tillaging av innsiglingarleið á Sørvág.
Víst verður eisini til svarskriv frá Sørvágs kommunu, dagfest 10. november 2011, har broytingar í fýrlinju og kostnaðurin av tí, ikki er viðgjørdur í samband við hetta málið.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum havnarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 9

Møguligt tíðaravmarkað starv

Í samráð við Vága kommunu samtykti bygdaráðið at seta Sonju Klein í eitt tíðaravmarkað starv í samband yvirtøkuna av eldraøkinum.

 

 

 

Mál nr. 10

Eykajáttan til skúlan

Fíggjarnevndin mælir til at flyta
kr. 100.000 av konto 5241338010 Mentunarmál
kr. 100.000 av konto 6245138010 Kirkjugarðar
kr. 100.000 av konto 6304138110 Kloakkir
kr. 200.000 av konto 6381138110 Vegir
til konto 4232238120 Fólkaskúlin
Eykajáttanin er útreiðsluneutral.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini

 

 

 

Mál nr. 11

Umsókn um byggiloyvi til altan á matr. nr. 25c, Erik Davidsen

Bygdaráðið samtykti at geva byggiloyvi til altan á matr. nr. 25c samb. umsókn og tekningar móttiknar í apríl 2014.

Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12