27.03.2014

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Hendrik Olsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Thordis Skaalum
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Jóhan á Ørg
Umframt: Sunrid Rasmusen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um byggiloyvi til seyðahús á matr. nr. 423c, Ytri Suðurtriðingur

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til seyðahús sambært umsókn og tekningum dagf. 11. november 2013 við niðanfyri nevndu treytum:

  • Byggingin kann ikki byrja áðrenn endalig staðseting er gjørd av Sørvágs kommunu.
  • Um bygningurin skal nýtast til annað enn seyðahús, verður álagt umsøkjaranum at søkja kommununa um loyvi. Her verður hugsað um frárensl o.a.
  • At bygt verður neyvt eftir tekningum dagf. 11. november 2013.
  • At gamla seyðahúsið suðuri á Vatni verður niðurtikið, tá nýggja seyðahúsið er liðugt bygt.
  • At treytirnar frá friðingarmyndugleikunum verða fylgdar.
  • Annars er byggiloyvið treytað av almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.
  • Loyvir frá friðingarmyndugleikunum fyriliggja.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um byggiloyvi til fjós á matr. nr. 119a í Sørvági, Elian Jensen

Tekniska nevnd mælir til at svara soleiðis:
Sørvágs kommuna arbeiðir við at endurnýggja byggisamtyktina fyri Sørvág og umsóknin verður viðgjørd, tá hetta arbeiðið er liðugt.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um byggiloyvi til garð á matr. nr. 188e, Sigurd Helgi Jørgensen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til garð á matr.nr. 188e, samb. umsókn dagfest 23. februar 2014.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd

 

 

 

Mál nr. 4

Skriv/áheitan um gongugøtu á matr. nr. 188a, Heini Davidsen

Tekniska nevnd mælir til at svara soleiðis:
Viðv. áheitan tygara um gongugøtu úr Fornanum niðan á Húsadalsvegin, verður sagt frá, at ongar ætlanir fyribils fyriliggja um umrøddu gongugøtu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um byggiloyvi til sólstovu/havastovu á matr. nr.169e, Astrid Berglíð/Anfinn Frederiksen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til sólstovu/havastovu, samb. umsókn dagfest 11.mars 2014. Annars samb. vanligar treytir fyri bygging í Sørvágs kommunu.
Plantekning skal fyriliggja, áðrenn byggiloyvi verður útskrivað.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 6

Umsókn um principielt byggiloyvi á matr. nr. 427c, Felagið Krígssavnið

Tekniska nevnd mælir til av svara soleiðis:
Tekniska nevnd hevur viðgjørt málið 11. mars 2014 Víst verður til, at Krígssavnið 13. desember 2012 hevur fingið undangóðkenning av verkætlan, og tí metir Tekniska nevnd tað ikki vera neyðugt at viðgera hetta av nýggjum.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um stuðul, Sørvágs Róðrarfelag

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 5.000,00.
Peningurin verður at taka av kto. 052413380 Mentunarmál.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um stuðul, trivnaðarb. fyri sjúklingahotellið Tórshavn

Trivnaðarnevndin metir at hetta er ein landsuppgáva og mælir tí frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 9

Umsókn um stuðul til nótabók, Stanley Samuelsen

Trivnarðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 10

Umsókn um stuðul til dren, Bygda- og ungmannafelagið Súlan

Trivnaðarnevndin mælir til at játta kr. 15.000,00.
Peningurin skal í høvuðsheitum nýtast til tilfar í samband við drening og verður útgoldin, tá játtaðar rokningar fyriliggja.
Peningurin verður at taka av kto. 052413380.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 11

Koyring í samband við fótbóltsskúla

Fíggjarnevndin tekur undir við at stuðla koyring í samb. við royndarætlan til fótbóltsskúla.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 12

Keyp av hjallum

Fíggjarnevndin játtar at keypa hjallarnir á matr. nr. 272c og 390c fyri kr. 50.000,- stk.
Peningurin verður at taka av konto 6.38.11.381.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 13

Grótlaðing (Á Kelduni og Traðarbrekka)

Fíggjarnevndin játtar at laðað verður á Kelduni og Traðabrekku, tá kostnaðarætlan fyriliggur.
Okkara partur av garðinum við Traðarvegnum verður mettur til kr. 150.000,-
Peningurin verður at taka av konti Fríðkan av bygdini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 14

Gásadalsfilmurin

Kunning.

 

 

 

Mál nr. 15

Avskriving

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Fyrisitingini um avskriving av P/F Byggitek í konkurs samb. skriv 07.03.14.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 16

Uppskot um fráfaringaraldur

Trivnaðarnevndin tekur undir við at fráfaringaraldurin í Sørvágs kommunu verður settur til 67 ár, tó við møguleika at arbeiða í avmarkað tíðarskeið, tó ikki longri enn til tey eru 70 ár.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 17

Frágreiðing um byggisamtyktina

Poul Arni Jacobsen greiddi frá byggisamtyktini.

Málið beint í Teknisku- og Vinnunevndina.

 

 

 

Kunning:

Kunning um molddumpin og asfaltering av vegnum, har íbúðurnar eru.

Bygdaráðið samtykti at velja Thordis Skaalum í nevndina fyri Felagið Vágar.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12