26.02.2014

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jákup á Stongum
  • Hendrik Olsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Thordis Skaalum
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Jóhan á Ørg
Umframt: Erik Davidsen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Broyting av aliøkinum á Sørvágsfirði, Landsverk

Havnarnevndin tekur undir við ætlanunum hjá Landsverk um tillaging av innsiglingarleið á Sørvág.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

Skriv frá Jóhan á Ørg, viðv. leingjan av leigusáttm. matr. 353g, Jaspur Joensen

Havnarnevndin mælir til at byggisamtyktin fyri havnarøkið verður endurskoðað skjótast tilber, soleiðis, at endalig støða kann takast viðvíkjandi leigusáttmálanum hjá Jaspur Joensen.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

Skriv viðv. gongugøtu frá Traðarv. yvir á høvuðsvegin, Henny/Fróði Nolsøe

Tekniska nevnd mælir til at svara soleiðis:
Av tí at Landsverk og Sørvágs kommuna arbeiða við einari loysn á innkoyringarvegnum til Sørvágs, verður vent aftur til málið, tá vit eru komin nærri eini loysn hesum viðvíkjandi.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um byggiloyvi til garð á matr. nr. 51b í Gásadali, Oddvør M. Jacobsen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til garð, samb. umsókn dagfest 22. januar 2014.
Við atliti til framtíðar vegaføring, mælir Tekniska nevnd tó til, at garðurin framvið Lækjutúni verður 1 metur frá marki.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 5

Ums. um sundurbýti av lutum frá matr. nr. 61 í Sørvági, Allan Heini/Herbjørn Gásdal

Tekniska nevnd viðmælir umsóknirnar um sundurbýti av lutum frá matr. nr. 61 í Sørvági.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 6

Umsókn til at uppseta mastur á matr. 33-74a í Mykinesi, FT-net

Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi til uppsetan av mastur á matr. 33-74a í Mykinesi samb. skriv. dagfest 6. februar 2014.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um stuðul fyri 2014, Sørvágs Ítróttarfelag

Málið verður tikið upp á næsta fundi í Trivnaðarnevndini.
Formaðurin syrgir fyri at fáa til vega roknskap fyri 2013 og fíggjarætlan fyri 2014.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um stuðul til Sørvágsleguna, Legunevndin v/Maibritt í Haraldstovu

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 10.000,00.
Roknskapur fyri 2013 skal fyriliggja, áðrenn stuðulin verður útgoldin.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Peningurin verður at taka av konto 5.24.13.380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Ragnar í Haraldstovu luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

 

 

 

Mál nr. 9

Roknskapur fyri 2013, Sørvágs bókasavn

Trivnaðarnevndin mælir til at góðkenna frágreiðingina viðv. roknskapi frá 1. januar-31. desember 2013.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 10

Umsókn um stuðul til NKSF2014, norðurlendskur sálmafagnaður

Trivnarðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 11

Umsókn um stuðul, Føroya civila Hundaførarafelag

Trivnaðarnevndin mælir fra at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 12

Umsókn um stuðul, Vágakórið

Fíggjarnevndin mælir frá at stuðla.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 13

Umsókn um fíggjarligan stuðul til barnabókatiltak

Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 14

Umsókn um stuðul fyri 2014, Sørvágs bygdasavn

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 36.000,00, ið er sama upphædd sum undanfarin ár.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 15

Umsókn um fíggjarligan stuðul, Vága Dartfelag

Meirilutin í Fíggjarnevndini mælir frá at stuðla.

Meirilutin í bygdaráðnum samtykti at fylgja tilmælinum frá meirilutanum í Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 16

Umsókn um stuðul til rakstur 2014, VágaSkot

Meirlutin í Fíggjarnevndini mælir frá at stuðla.

Meirilutin í bygdaráðnum samtykti at fylgja tilmælinum frá meirilutanum í Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 17

Setan av bygginevnd Á Sýnini

Bygdaráðið samtykti at velja Jákup á Stongum og Hendrik Olsen í bygginevndina Á Sýnini.

 

 

 

Mál nr. 18

Tikið av skrá.

 

 

 

Kunning:

Skriv frá Bústaðir

Umsókn um smoltaliloyvi til aling av rognkelsi í Sørvági, HFS Hjallar

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12