29.01.2014

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jákup á Stongum
  • Hendrik Olsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Thordis Skaalum
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Jóhan á Ørg
Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um marknaumskipan millum matr. 168 samlaða markatalið í Mykinesi og matr. 33 í Mykinesi, Jákup í Løðu

Tekniska nevnd viðmælir marknaumskipan millum matr. nr. 168 og matr. nr. 33 í Mykinesi.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um byggiloyvi á matr. nr. 353e í Sørvági, Hiddenfjord

Tekniska- og Havnarnevndin mæla til at geva byggiloyvi til at stoypa garðar og tún sambært umsókn og tekning 245- H 14 dagf. 8. januar 2014 (partur av byggistigi 3).
Annars er byggiloyvið treytað av almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um stuðul fyri árið 2014, Krígssavnið í Vágum

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við somu upphædd sum í 2013.
Játtanin verður at taka av kto. - Felagskommunan.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um stuðul fyri árið 2014, Sørvágs Ítróttarfelag

Trivnaðarnevndin viðmælir at Sørvágs Ítróttarfelag fær møguleika at brúka skúlans nýggju felagshøli til møtistað. Eisini verður viðmælt at tey fáa møguleika at hava goymslu til klæðir og útgerð. Skúlin er jaligur fyri samstarvi.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini av hesum málinum.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um stuðul fyri árið 2014, 07Vestur

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla 07Vestur við kr. 175.000,00 fyri 2014.
Roknskapurin fyri 2013 skal fyriliggja, áðrenn stuðulin verður útgoldin.
Stuðulin er treytaður av, at peningurin verður brúktur til íløgur til byggjan av felagshúsinum. Hetta ávirkar ikki avtalaðu upphæddina, sum bygdaráðið hevur samtykt til íløgur í húsið fyri 2014. Peningurin verður at taka av konto 5.24.14.380.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

Umsókn um stuðul, Country- & Blues Festivalurin

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Country- & Blues festivalin við kr. 75.000,00 fyri 2014.
Roknskapur fyri 2013 skal fyriliggja, áðrenn stuðulin verður útgoldin.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Thordis Skaalum og Jákup á Stongum luttóku ikki í viðgerðini av hesum máli.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um arbeiði/stuðul, MBF

Trivnaðarnevndin mælir til, at borgarstjórin tekur sær av málinum.
Roknskapur fyri 2013 skal fyriliggja, áðrenn stuðulin verður útgoldin.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Kunnað varð um málið á bygdaráðsfundinum.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um stuðul til keyp av kaffimaskinu, Missiónshúsið Libanon

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 30.000,00 til keyp av kaffimaskinu.
Peningurin verður at taka av kto. 5.24.13.380 - Mentunramál. Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 9

Skriv frá Vága Floghavn viðv. stuðul til list og samstarv annars

Trivnaðarnevndin mælir til at borgarstjórin tekur sær av málinum.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Kunnað varð um málið á bygdaráðsfundinum.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 10

Ums. um stuðul til tiltak í Sørvági 8. mars 2014, Bókaklubbin Vágagellurnar

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla bókaklubban Vágagellurnar við kr. 4.000,00.
Peningurin verður at taka av kto.5.24.13.380 - Mentunarmál.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 11

Umsókn um at leiga skúlan til summarlegurnar 2014 hjá Heimamissiónini, Sigrun og Leo Hans Mikkelsen

Trivnaðarnevndin mælir frá at leiga skúlan til summarlegurnar 2014, tí arbeiðið verður gjørt í skúlagarðinum í hesum tíðarskeiðnum.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 12

Umsókn um fíggjarligan stuðul, Summartónar

Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 13

Sáttmáli við Sonna Jacobsen fyri 2014

Trivnaðarnevndin mælir til at verandi sáttmáli við Sonna Jacobsen verður longdur soleiðis, at hann eisini er galdandi fyri 2014.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 14

Umsókn um fíggjarligan stuðul, "Virkin sum longst"

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla "Virkin sum longst" við kr. 10.000,00.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Peningurin verður at taka av konto 5.24.13.380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 15

Umsókn um stuðul til útgerð, Einar Petersens skótafylki

Meirilutin í Trivnaðarnevndini mælir til at stuðla við kr. 2.000,00 til keyp av spritt/stormkøkum.
Fíggjarnevndin mælir til at játta kr. 12.000,00 treytað av, at tey gera arbeiði, sum arbeiðsformaðurin ávísir fyri samsýningina.
Peningurin verður at taka av konto 5.24.13.380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 16

Umsókn um endurnýggjan av matstovu-/skeinkiloyvi, 62N Airport Hotel

Trivnaðarnevndin viðmælir umsóknina um endurnýggjan av matstovu-/skeinkiloyvi frá 62N Airport Hotel.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Trivnaðarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 17

Umsókn um stuðul til umhvørvisverndartiltøk, Heðin Joensen

Bygdaráðið samtykti at játta kr. 10.000,00 til at savna saman hagtøl um orkunýtsluna hjá kommununi samb. umsókn dagfest 28.01.14.

Peningurin verður at taka av konto 5.24.13.380.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12