11.12.2013

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jákup á Stongum
  • Hendrik Olsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Thordis Skaalum
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Jóhan á Ørg
Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Leingjan av leigusáttmála matr. nr. 353g, Jaspur Joensen

Í skrivi dagfest 26.11.13 søkir Jaspur Joensen um at leingja leigusáttmálan á matr. nr. 353g við 15 árum grundað á ætlanir um at umvæla bygningin.
Í samband við at byggisamtyktin fyri Sørvágs kommunu verður tikin upp til nýggja viðgerð í 2015, mælir Havnarnevndin ikki til at leingja leigusáttmálan við Jaspur Joensen.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

2. viðgerð eykajáttan

Fíggjarnevndin mælir til niðanfyri nevndu eykajáttanir: Kr. 3.256.833,- til konto 4232238120 og 1.000.000,- til konto 2202338010, verður tikið av tøkum peningi, restin er útreiðsluneutralt.
3.256.833,- til konto 4232238120
1.000.000,- til konto 2202338010.
Frá konto 1111138010 150.000,- til konto 1111438010.
Frá konto 5246138010 30.000,- til konto 2202138001.
Frá konto 7381438010 100.000,- til konto 2216138010.
Frá konto 6113138010 50.000,- til konto 3261138110.
Frá konto 6304138110 130.000,- til konto 6113138030.
Frá konto 6304138110 80.000,- til konto 6245138010.
Frá konto 6302138110 60.000,- til konto 6221138010.
Frá konto 6381238110 170.000,- til konto 6381138010.
Frá konto 7381438010 100.000,- til konto 6381338010.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

Avtala um Ellisheimið

Bygdaráðið samtykti at góðkenna uppskot frá Almannamálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum um "avtalu millum Sjálvsognarstovnin heimið "á Sýnini", Vága kommunu, Sørvágs kommunu, Almannamálaráðið og Fíggjarmálaráðið" viðvíkjandi dagføring, umvæling og bráðfeingis umvæling av heiminum á Sýnini, og fígging av hesum arbeiði og avtøku av sjálvsongarstovninum og avhending av ognini til kommunurnar í Vágum.

 

 

 

Mál nr. 4

Bygdaráðsfundir fyri 2014

Bygdaráðið hevur ásett føstu bygdaráðsfundirnar fyri 2014. Fundirnir verða kl. 18:00 í fundarhølinum á kommunuskrivstovuni niðanfyri nevndu dagar.

  • Mikukvøldið, 29. januar
  • Mikukvøldið, 26. februar
  • Hóskvøldið, 27. mars
  • Mikukvøldið, 30. apríl
  • Mikukvøldið, 28. mai
  • Mikukvøldið, 25. juni
  • Mikukvøldið, 3. september
  • Mikukvøldið, 24. september
  • Mikukvøldið, 29. oktober
  • Mikukvøldið, 12. november
  • Mikukvøldið, 26. november
  • Mikukvøldið, 10. desember

 

 

 

Mál nr. 5

Innliman í nýtt kommunufelag

Bygdaráðið samtykti, at fara inn í Kommunufelagið Føroya við líka stórum innskoti pr. borgara, sum limirnir í hinum felagnum.

 

 

 

Mál nr. 6

Kunning viðv. feløgum/einstaklingum, sum hava størri skuld enn tkr. 10 til Sørvágs Havn pr. 1. des. 2013.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12