27.11.2013

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jákup á Stongum
  • Hendrik Olsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Thordis Skaalum
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Jóhan á Ørg
Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Umsókn frá Rodmund á Kelduni til gerð av einum hjalsskapi

Tekniska nevnd mælir frá at geva loyvi til hjalsskap undir brúnni niðan á Mýrar.
Hetta m.a. grundað á, at brúgvin er gjørd soleiðis, at áin frítt skal renna ígjøgnum (svølgja).
Harafturat metir Tekniska nevnd tað vera óheppið, at bygt verður á kommunala ogn.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um út-/umbygging av sethúsum á matr. 258, Dánjal/Tórfríð Tavsen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til út-/umbygging av verandi sethúsum á matr. nr. 258 sambært umsókn og tekn. dagfest 14. oktober 2013.
Grannloyvi frá matr. 257 (Rasmus Niclasen) fyriliggur.
Annars er loyvið treytað av:
Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.
Kunngerðarblaðið A, hefti 14, 1992 - kunngerð um brunaverju og brunatrygd.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd

 

 

 

Mál nr. 3

Val av umboðum í upptøkunevndina fyri eldrasambýlið og ellis- og røktarheim í øki 2

Sambært §9, stk. 2, punkt 4 í kunngerð nr. 99 frá 5. juli 2013 um røktarheim og eldrasambýli, sum er broytt við kunngerð nr. 122 frá 29. oktober 2013, kunnu upp til fýra umboð verða tilnevnd av kommununum í upptøkuøkinum í felag. Umboðini skulu hava røktarfakliga ella aðra hóskandi útbúgving. Eisini kunnu umboðini hava drúgvar starvsroyndir á eldraøkinum.

Kommunurnar í øki 2 eru samdar um, at Sørvágs- og Vága kommuna velja eitt umboð, Vestmanna- og Kvívíkar kommuna eitt, Sunda kommuna eitt og Eiðis kommuna eitt umboð. Sørvágs og Vága kommuna hava samtykt at velja: Andreu Reynstind, á Stongum 4, 380 Sørvági.

 

 

 

Mál nr. 4

Innliman í nýtt kommunufelag

Í samband við ætlanirnar at avtaka Føroya Kommunufelag, hevur felagið heitt á liminar at viðgera spurningin um limaskap í nýggjum kommunufelag, Kommunufelag Føroya, og í hesum sambandi at fylla út innmeldingarskjal og lata umboðsráðsliminum at hava við á eyka umboðsráðsfundin.

Bygdaráðið samtykti at gerast limur í Kommunufelagi Føroya frá 1. januar 2014.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um stuðul til fløgu, Tórður Johannesarson

Meirilutin í Trivnaðarnevndinini mælir frá at stuðla, tí játtanin til stuðul er brúkt.
Fíggjarnevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdarráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar-/Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

Skuldarar/ognarar hjá Sørvágs Havn/kommunu

Fíggjarnevndin mælir til at avskriva gamla skuld hjá Sørvágs Havn/kommunu samb. skriv dagfest 21.11.2013 frá umsitingini.

 

 

 

Mál nr. 7

1. viðgerð eykajáttan

Fíggjarnevndin mælir til niðanfyri nevndu eykajáttanir: Kr. 3.256.833,- til konto 4232238120 og 1.000.000,- til konto 2202338010, verður tikið av tøkum peningi, restin er útreiðsluneutralt.
3.256.833,- til konto 4232238120.
1.000.000,- til konto 2202338010.
Frá konto 1111138010 150.000,- til konto 1111438010.
Frá konto 5246138010 30.000,- til konto 2202138001.
Frá konto 7381438010 100.000,- til konto 2216138010.
Frá konto 6113138010 50.000,- til konto 3261138110.
Frá konto 6304138110 130.000,- til konto 6113138030.
Frá konto 6304138110 80.000,- til konto 6245138010.
Frá konto 6302138110 60.000,- til konto 6221138010.
Frá konto 6381238110 170.000,- til konto 6381138010.
Frá konto 7381438010 100.000,- til konto 6381338010.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

3. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2014

Fíggjarnevndin mælir til at samtykkja fíggjarætlanina við niðanfyri nevndu tølum.

Rakstur: 28.647.000
Avdráttur: 1.518.000
Samlaður rakstur: 30.165.000
Íløgur: 6.889.000
Rakstur og íløgur: 37.054.000
Inntøkur: 34.226.000
Av gjaldføri: 2.828.000

Skattaprosentið verður ásett til 21,0% fyri skattaárið 2014.
Barnafrádráttur verður óbroyttur kr. 4.000,00.

Bygdaráðið samtykti fíggjarætlanina fyri 2014

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12