06.11.2013

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jákup á Stongum
  • Hendrik Olsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Thordis Skaalum
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Jóhan á Ørg
Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

2. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2014

Meting fyri 2014:

  • Kommunuskattur: 32.536.000
  • P/f-skattur: 1.000.000
  • Skattur av eftirløn: 600.000
  • Íalt: 34.136.000

 

  • Íbúðarmál: 900.000
  • Rentur + avdrátt: 2.571.600
  • Raksturin er mettur til 26.782.000

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um byggiloyvi frá Hiddenfjord á matr. 353e til eina høll, yvir móttøku av ráfiski, kølikari og plássi til tangabil.

Havnar- og Tekniska nevnd mæla til at geva byggiloyvi til útbygging nr. 1. samb. umsókn og tekningum dagf. 29. oktober 2013. Víst verður til §9 í byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu. Mælt verður til at leigusáttmálin verður víðkaður samsvarandi. Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Teknisku nevnd

 

 

 

Mál nr. 3

Møgulig staðseting av minnisvarða.

Tosað varð um staðseting av minnisvarðanum.

 

 

 

Mál nr. 4

Spillvatnsætlan fyri Sørvág, Bø, Gásadal og Mykines

Tekniska nevnd mælir til at góðkenna spillvatnsætlan fyri bygdirnar Sørvág, Bø, Gásdadal og Mykines, sambært uppskoti frá pb Consult, september 2013.

Bygdaráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12