30.10.2013

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jákup á Stongum
  • Hendrik Olsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Thordis Skaalum
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Jóhan á Ørg
Umframt: Bjørg Beder, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um byggiloyvi til úthús á matr. 228f í Sørvági, Jafet Thomassen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til úthús á matr. nr. 228f í Sørvági sambært umsókn og tekningum dagf. 26. august 2013.
Hoyringsskriv er sent til Jóannis Ortind (matr. nr. 288).
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 2

Tikið av skrá.

 

 

 

Mál nr. 3

Ums. um byggiloyvi til uppíbygging av verandi seth. á matr. 52 í Bø, Erla/Tórbjørn Poulsen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til uppíbygging av verandi sethúsum á matr. nr. 52 í Bø, samb. umsókn dagfest 31. mai 2013 og tekningum dagf. 16. september 2013.
Í samband við brunatrygd verður víst til skriv frá Notir dagf. 14. september 2013.
Grannaloyvið fyriliggur frá matr. nr. 16, Gudny Heinesen.

Annars er loyvið treytað av:

  • Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu
  • Kunngerðarblaðið A, hefti 14, 1992 - kunngerð um brunaverju og brunatrygd

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um byggiloyvi í samband við vegastøð við arbeiðsskúri, vaskiplássi og goymslu á matr. 422n á Hálsi 12, Landsverk

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi samb. umsókn 26. sept. 2013 og tekningum dagf. 25. sept. 2013.
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um byggiloyvi til garð millum matr. 95g Annfinn Joensen, 95h Osla Lauritsen og 239c Tróndur Lauritsen, Annfinn Joensen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til garð (60 cm høgur) millum matr. 95g, 95h og 239c samb. umsókn dagf. 16. oktober 2013.
Byggiloyvið verður givið við teirri treyt, at allur garðurin stendur inni á matr. 95g.

Bygdaráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Jákup Suni Lauritsen luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

 

 

 

Mál nr. 6

Umsókn um stuðul, Vága Dartfelag

Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla, tí játtanin til stuðul er brúkt fyri 2013.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið tekur undir við tilmælunum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um stuðul, Felagið Gásadalur

Trivnaðarnevndin mælir til, at Felagið Gásadalur kemur at brúka útgerðina hjá Bíggjarbata.
Fíggjarnevndin mælir til at taka málið upp aftur í samband við fíggjarætlanina fyri 2014.

Bygdaráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um stuðul, 7. flokkur í Sørvágs skúla

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við somu treytum, sum undanfarin ár.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at taka undir við tilmælunum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 9

Umsókn um fíggjarligan stuðul, Tign

Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla, tí játtanin til stuðul er brúkt fyri 2013.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 10

Streym til Sverra v.m.

Viðv. fyrispurningi um at flyta atløguplássið hjá Sverra, mælir Havnarnevndin til at svara, at málið verður kannað áðrenn endalig avgerð verður tikin.
Havnarnevndin mælir til at bygdaráðið tekur støðu til umsóknina um frían streym til Sverra.
Fíggjarnevndin mælir til at bjargingarbáturin Sverri fær frían streym.

Bygdaráðið samtykti at taka undir við tilmælunum frá Fíggjarnevndini.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12