25.09.2013

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jákup á Stongum
  • Hendrik Olsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Thordis Skaalum
  • Jákup Suni Lauritsen
Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um marknaumskipan millum matr. 94 og 92a í Mykinesi

Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um marknaumskipan millum matr. 94 og 92a í Mykinesi.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 2

Gongubreyt um Stórá í Bø

Tekniska nevnd mælir til at taka av tilboði frá Búsetur uppá kr.69.068,38 + MVG til gerð av gongubreyt um Stórá í Bø.
Kostnaður verður javnt býttur millum Sørvágs kommunu, FT-net og SEV.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um veg til sethús á matr. 116, Heidi V. Hentze

Tekniska nevnd mælir frá at vegur verður gjørdur til matr. 116, tí atkomuvegur er til matrikulin.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 4

Uppskot til nýtt aliøki á Sørvágsfirði, Landsverk

Havnarnevndin tekur undir við, at aliøki verður broytt samb. tekning frá Landsverk 9. sept. 2013.
Víst verður tó á, at innsiglingin, hóast pláss er, enn er ov nær Skerhólmi.
Víst verður til áðursend skjøl.
Víst verður eisini til svarskriv frá Sørvágs kommunu dagfest 10.11.2011, har broytingar í fýrlinju og kostnaðurin av tí ikki er viðgjørdur í samband við hetta málið.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnanevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Keyp av Mønustingarum

Fíggjarnevndin mælir til at peningur verður settur av til keyp av mønustingarum á fíggjarætlanina fyri 2014.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

Skriv viðv. vegaforðingum

Vísandi til skriv frá Ragnar í Haraldstovu, har hann vísir til loysn við vegaforðingum fyri at tálma ov nógvari ferð. Ferðslunevndin hevur hugt eftir teimum trimum vegunum, sum nevndir eru i skrivinum.
Av tí at økið er so avmarkað, og tað uttan iva ber til at seta navn á trupulleikan, mæla vit til í fyrstu syftu at gera borgararnar í økjunum varugar við trupulleikan.
Um hetta ikki er ein loysn, so mugu onnur stig takast, sum kunnu vera tekniskar forðingar og sum so viðførir íbúgvunum meirkostnað sum slíta óneyðugt upp á bilarnar.

Bygdarráðslimirnir tóku uppskotið til eftirtektar, men halda, at í samband við árliga kunningarskrivið fara vit at heita á borgararnar, um at koma við uppskotum, sum kann føra til at tryggleikin á vegum okkara verður størri.

 

 

 

Mál nr. 7

Á Sýnini í Miðvági

Á bygdaráðsfundi hin. 24.04.2013 samtykti bygdaráðið at taka undir við tilmælinum frá Almannaráðnum um umvæling av ellis- og avlamisheiminum Á Sýnini dagfest 21.03.2013. Hetta er fráboðað Almannaráðnum.
Síðani hava kommunurnar í Vágum fingið "Avtalu um sjálvsognarstovnin Á Sýnini" til ummælis.
Á fundi Á Sýnini 5. september 2013 viðgjørdi stýrið fyri sjálvsognarstovnin, deildarleiðarin á stovninum og borgarstjórarnir í Vágum uppskotið um avtalu.
Tað var semja um, at § 8 kundi ikki góðtakast undir nøkrum umstøðum, serliga við atliti til § 9 í reglugerðini, sum staðfestir, at landskassin ber allar útreiðslur av bygninginum.
Sørvágs bygdaráð er kunnað um svarskrivið mál nr. 2013-3-0077 frá Vága kommunustýri til Almannaráðið.

Bygdaráðið samtykti einmælt at taka undir við uppskotinum hjá Vága kommunu

 

 

 

Mál nr. 8

Fíggjarætlanin fyri 2014

1. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2014

Høvuðstøl í samband við fíggjarætlan fyri 2014

Endaligur skattur í 2012
Kommunuskattur: 32.667.000
P/F Skattur: 2.581.000
Skattur av eftirløn: 604.000
Í alt: 35.852.000

Meting fyri 2014
Kommunuskattur: 32.536.000
P/F skattur: 1.000.000
Skattur av eftirløn: 600.000
Í alt: 34.136.000

Óbroyttur rakstur: 26.061.000
Íbúðarmál: 900.000
Rentur + avdrátt: 2.571.600
Í alt: 29.532.600

Til íløgur og møguligar rentur og avdráttir: 34.136.000 - 29.532.600 = 4.603.400

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12