04.09.2013

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jákup á Stongum
  • Hendrik Olsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Thordis Skaalum
  • Jóhan á Ørg
Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um út-/umbygging av sethúsum á matr. 258, Tórfríð/Dánjal Tavsen

Tekniska nevnd mælir frá at geva byggiloyvi grundað á, at sethúsini koma at standa ov nær kommunalum vegi. (Víst verður til grein 25 stk. 1)

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um keyp av matr. "ab" frá Sørvágs kommunu, Oydis Simonsen

Av tí at einki nýtt er í málinum, mælir Tekniska nevnd frá at selja og at hildið verður fast við áður gjørdar samtyktir.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um byggiloyvi til úthús á matr. 170a í Sørvági, Jógvan á Ørg

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi á matr. nr. 170 a í Sørvági, samb. umsókn og tekningum dagf. 20. juni 2013.
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Jóhan á Ørg luttók ikki í viðgerðini av málinum.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 4

Skriv frá Torre/Vernu Rasmussen og Boga G. Joensen/Bergtóru Nielsen, viðv. matr. nr. 59 í Sørvági

Skriv frá Torra/Vernu Rasmusen og Boga Joensen/Bergtóru Nielsen, dagfest 21. juli 2013, um at kommunan yvirtekur uml. 30 m2 av matr. nr. 59. Fíggjarnevndin mælir til at yvirtaka uml. 30 m2 av matr. nr. 59 frá Torra/Vernu Rasmussen og Boga Joensen/Bergtóru Nielsen.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Nevndarlim til bygginevndina hjá 07Vestur

Tað er ikki siðvenja at Sørvágs kommuna velur bygdaráðslim í áhugafeløg.

Bygdaráðið tekur málið um SÍ-húsið uppaftur í samband við viðgerðina av fíggjarætlanina fyri 2014.

 

 

 

Mál nr. 6

Umsóknir um stuðul

 

Umsókn um stuðul til "Vága samferðslusøga" Dánjal Poulsen

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla útgávuni av "Vága samferðslusøga" við kr. 15.000,00.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Peningurin verður at taka av kto. 5241338010 Mentunarmál.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

Umsókn um keyp av kalendarum fyri 2014, Lions Club Vágar

Fíggjarnevndin mælir til at keypa 70 eintøk fyri kr. 7.000,-
Peningurin verður at taka av konto 5241338010.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

Umsókn um keyp av fløgu hjá Jens Marni Hansen, Music Management

Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnar- og Fíggjarnevndini.

 

Umsókn um keyp av bókum um stállínuskipini, Sigmar Bláberg

Meirilutin í Trivnaðarnevndini mælir frá at keypa bøkur um stállínuskipini.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá meirilutanum í Trivnaðarnevndin.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

Umsókn um keyp av fløgu hjá Flamma, Music Management

Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndin.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 7

Sáttmálin við Tannlæknan

Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við sáttmálanum millum Sørvágs kommunu og Sp/f Mortan í Hamrabyrgi, tannlækna.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Skriv frá Ólavi Guttesen

Havnarnevndin mælir frá at selja egningarskúr til Ólav Guttesen.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 9

Tilfarsøki til Handilsvirkið Niclasen

Málið tikið av skrá.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12