26.06.2013

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jákup á Stongum
  • Hendrik Olsen
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Thordis Skaalum
  • Jóhan á Ørg
Umframt: Bjørg Beder, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Keyp av matr. 333i til fríøki, íbúgvar á Traðarvegnum

Tekniska nevnd mælir til at økið verður uppmált við atlitið til, um grundøkið kann brúkast til sethúsabygging, áðrenn støða verður tikin í málinum.
Fíggjarnevndin mælir til at keypa matr. nr. 333i til fríøki, fyri somu upphædd, sum núverandi eigari í síni tíð keypti grundøkið fyri.
Endamálið við keypinum er at økið kring Traðarvegin fær eitt spælipláss.
Peningurin verður at taka av kto.6221113801 Byggibúning.
Tekniska nevnd tekur tilmælið aftur.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

Tikið av skrá.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um rottanga, Bygdafelagið Súlan

Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi til rottanga.
Grundað á at undirlendi hoyrir til samlaða markatalið í Mykinesi, má loyvið fyriliggja frá hagapørtinum, áðrenn loyvið verður útskrivað.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 4

Vegbungur/forðingar, Ragnar í Haraldstovu

Tekniska nevnd mælir til at skrivið frá Ragnar í Haraldstovu verður viðgjørt í Ferðslunevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 5

Tikið av skrá.

 

 

 

Mál nr. 6

Umsókn um byggiloyvi til terassu á matr. 272v, Høgni Davidsen

Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi til bygging av terassu á matr. 272v, sambært umsókn og tekning móttikin 6. juni 2013.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 7

Tikið av skrá.

 

 

 

Mál nr. 8

Breiðkan av Traðarbrekku matr. 315a

Fíggjarnevndin mælir til at gjalda munin millum betonggarð, sum skotið varð upp av Landsverk og grótlaðing.
Peningurin verður at kto. 6113238110 - Fríðkan.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 9

Avgreiðsla av byggimálum í summarfrítíðini 2013

Í samband við at bygdaráðið nú fer í summarfrí, verður mælt til at heimila Teknisku nevnd saman við umsitingini at avgreiða byggimál, sum eru innanfyri byggisamtyktina hjá Sørvágs kommunu v.m. í tíðarskeiðinum fram til fyrst komandi bygdaráðsfund.

Bygdaráðið samtykti, at Tekniska nevnd saman við umsitingini kann avgreiða byggimál, sum eru innanfyri byggisamtyktina hjá Sørvágs kommunu v.m. í tíðarskeiðinum fram til fyrst komandi bygdaráðsfund.

 

 

 

Mál nr. 10

Umsókn um stuðul, Sørvágs Tónleikarfelag

Fíggjarnevndin mælir til at játta stuðul uppá kr. 6.000,00 til Sørvágs Tónleikarfelag.
Peningurin verður at taka av kto. 5241338010 Mentunarmál.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 11

Umsókn um stuðul, Byggitøkniflokkur BT3312

Fíggjarnevndin mælir frá at játta stuðul.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 12

Umsókn um stuðul, Tøgnin er brotin

Fíggjarnevndin mælir frá at veita stuðul.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 13

Umsókn um loyvi til rætt, Jógvan Jákup Lauritsen

Havnarnevndin mælir til, at skriv verður sent til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, viðv. ætlan fyri havnarøkið.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 14

Umsókn frá Handilsvirkinum Niclasen, um øki til timburgoymslu

Havnarnevndin mælir til at bygdaráðið tekur støðu til umsóknina.

Bygdaráðið mælir til, at Havnarnevndin saman við umsjónarleiðaranum ger eina roynd við hillaskipan.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12