29.05.2013

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jákup á Stongum
  • Hendrik Olsen
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Thordis Skaalum
  • Jóhan á Ørg
Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um stuðul, Kvinnuhúsið

Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevdini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um stuðul til at lata upp eitt "Visitorsentur" í Gásadali, Vága Kunningarstova

Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin mælir til, at ynskir frá Kunningarstovini til fíggjarætlanina verða bygdaráðnum í hendi til fíggjarætlarviðgerðina á heysti framman undan.
Í løtuni er eingin peningur tøkur til endamálið.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um stuðul, Summartónar

Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Skriv viðv. leigu av gamla Sjóvinnubankanum, Sørvágs bygdarsavn

Vísandi til skriv frá Sørvágs bygdarsavni dagfest 16. mai 2013, mælir Trivnaðarnevndin til at taka málið upp til nýggja viðgerð.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at broyta sáttmálan soleiðis, at Sørvágs Bygdarsavn leigar allan bygningin.

Tó treytar bygdaráðið sær, at tað kann brúka nøktandi hølir á loftinum til goymslu.

 

 

 

Mál nr. 5 - 6

Uppskot frá Jákup á Stongum og Thordis Skaalum:

Umsókn frá Jaspur Joensen um yvirtøku av leigumálið matr. nr. 353g á havnarøkinum í Sørvági.

Uppskot til støðutakan frá meirlutanum í havnarnevndini, Jákup á Stongum og Thordis Skaalum:

  1. Skotið verður í fyrsta lagi upp, at siga upp leigumálið við sp/f Vestmek sambært grein. 5 í leigusáttmálanum. Uppsøgnin kemur helst at kosta kommununi umleið 400.000,-kr.
  2. Í øðrum lagi verður skotið upp at lata Jaspur Joensen yvirtaka leigumálið, við hesum ískoytinum í sáttmálan: Um Jaspur Joensen sigur upp sáttmálan, og fer av økinum innan tvey ár eru umliðin, t.v.s. innan 01.06.2015, letur Sørvágs kommuna honum kr. 400.000,-kr. fyri avhendan av økinum við ástandandi bygningum.


Uppskot frá minnilutanum Hendrik Olsen:

Viðvíkjandi leigusáttmála til bygning á matr. 353 g á havnarøkinm í Sørvági.
Undirritaði mælir til, at Jaspur Joensen fær loyvi frá bygdaráðnum at framleiga matr. 353 g í Sørvági.

Fíggjarnevndin mælir til:

Jákup á Stongum tekur undir við uppskotinum nr. 1 ella 2. frá meirlutanum í Havnarnevndini.
Jóhan á Ørg og Sune Jacobsen taka undir við minnilutauppskotinum hjá Hendrik Olsen.
Meirilutin í bygdaráðnum feldi uppskotið frá meirilutanum í Havnarnevndini.
Síðani kom uppskotið frá Hendrik Olsen til atkvøðugreiðslu.
Meirilutin tók undir við uppskotinum frá Hendrik Olsen. Sostatt fellur mál nr.6 burtur.

 

 

 

Mál nr. 7

Áheitan um veg og frámatrikulering av matr. nr. 8, Hugin og Barbara Skaalum

Tekniska nevnd mælir til at svara soleiðis:
Vísandi til skriv dagfest 18. mars 2013 verður sagt frá, at kommunan ongar ætlanir hevur á økinum.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um byggiloyvi til bygning á matr. 187h, Mikkjal Simonsen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til bygning á matr. nr. 187h í Sørvági, sambært umsókn móttikin 7. januar 2013 og tekning móttikin 16. mai 2013.
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknsiku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 9

Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. 199a í Sørvági, Hans Falkvard

Sp/f Westtech hevur í skrivi, dagf. 15. mai 2013 vegna Hans Falkvard søkt um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 199a í Sørvági.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi sambært umsókn og tekningum dagf. 15. mai 2013

Annars er loyvið treytað av:

  • Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.
  • Kunngerðarblaðið A, hefti 14,1992, kunngerð um brunaverju og brunatrygd.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 10

Ums. um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 272ab í Sørvági, Pernille Krogh og Óli Reynskor

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til sethús á matr. nr. 272ab í Sørvági, sambært umsókn og tekningum dagf. 15. mai 2013.
Sambært tinglýstum servitutti kann hædd á takás verða 42,8m yvir miðalvatn.

Annars er loyvið treytað av:

  • Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.
  • Kunngerðarblaðið A, hefti 14,1992, kunngerð um brunaverju og brunatrygd.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 11

Umsókn um marknaumskipan millum matr. nr. 54b, Oddvør M. Jacobsen og matr. 72, Sjúrður M. Mikkelsen

Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um marknaumskipan millum matr. nr. 54b, Oddvør M.Jacobsen og matr. nr. 72, Sjúrður M.Mikkelsen.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 12

Umsókn um byggiloyvi til hjall í Áardali, Jón Joensen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til hjall í Áardali samb. umsókn dagfest 3. mai 2013 og tekning dagfest móttikin 15. mai 2013.
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 13

Ums. um byggiloyvi til garð millum matr. nr. 245b og 290a, Oddbjørg Larsen

Bygdaráðið samtykti at geva byggiloyvi til garð, samb. umsókn dagfest 16.05.13.

 

 

 

Mál nr. 14

Eykajáttan Tannlæknastovan

Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan uppá kr. 3.256.833.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 15

Keyp av matr. nr. 180, Jóan Pauli og Jákup Eyðun Joensen

Fíggjarnevndin mælir frá at keypa matr. nr. 180.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 16

Parkering, Vága Floghavn

Bygdaráðið samtykti at geva Vága Floghavn loyvi til nýta ein part av ídnaðarøkinum til parkering av bilum hjá ferðafólkum, dagfest 23.05.13.

Bygdaráðið samtykti at geva loyvið til parkering av bilum hjá ferðafólki. Skuldi áhugaður keypari verið, so tilskilar kommunan sær rætt til at uppsiga tann partin av parkeringsøkinum.

 

 

 

Mál nr. 17

Umsókn um yvirtøku av leigausáttmála av matr. 365b

Havnarnevndin viðmælir at P/f EFFO yvirtekur leigusáttmálan frá Sp/f RA.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 18

Ums. um loyvi til uppíbygging á matr. nr. 67b í Mykinesi, Árni Joensen

Tekniska nevnd mælir frá at geva loyvi til uppíbygging á matr. nr. 67b í Mykinesi.
Víst verður til grein 19a í byggisamtyktini.
Upplýsast skal at undirlendi hoyrir til samlaða markatalið í Mykinesi.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 19

Umsókn um stuðul til golfvøll, 62N airport hotel

Bygdaráðið samtykti ikki at játta stuðul til golfvøll.

 

 

 

Mál nr. 20

Ársroknskapurin fyri 2012

Ársroknskapurin fyri 2012 varð einmælt samtyktur.
Endaligu roknskapartølini í mun til játtanina við eykajáttanum vóru:

 

Játtan 2013:

  • Útreiðslur: 28.649
  • Inntøkur: 31.380
  • Løgur: 14.284

 

Roknskapur 2012:

  • Útreiðslur: 27.054
  • Inntøkur: 36.019
  • Løgur: 13.747

 

Tá fíggjarætlanin fyri 2012 varð gjørd, varð roknað við einum RLÙ halli upp á 11.553 mió. Men úrslitið gjørdist nógv betri, nevniliga eitt hall upp á 4.782 mió. kr. Sostatt gjørdist nettoskuldin nógv minni enn framman undan mett, nevniliga 12.407 mio. kr., sum er ein slakur triðingur av einari álíkning.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12