24.04.2013

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jákup á Stongum
  • Hendrik Olsen
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Thordis Skaalum
Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um stuðul til rakstur, Bogaskjótifelagið VágaSkot

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 15.000,-
Peningurin verður at taka av konto 5.24.13.380 (Mentan og frítíð).
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um stuðul til Spískamarið

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 20.000,-
Peningurin verður at taka av konto 5.24.13.380 (Mentan og frítíð).
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um stuðul til ferð, Heilafelagið

Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Leigusáttmáli Sørvágs Bygdarsavn, Sørvágs kommuna

Trivnaðarnevndin mælir til at góðkenna leigusáttmálan við Sørvágs Bygdarsavn.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini, tó treytað av, at tey bert leiga tað niðaru hæddina.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um stuðul, Sørvágs Bygdarsavn

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 36.000,-
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

Umsókn um stuðul, Pensjónistafelagið

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 5.000,-
Peningurin verður at taka av konto 5.24.13.380 (Mentan og frítíð).
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um stuðul til tónleikaliga verkætlan, Dorthea H. Dam

Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við Tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um stuðul til StartUp vikuskifti, Íverksetarahúsið

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 10.000,-
Peningurin verður at taka av konto 5.24.13.380 (Mentan og frítíð).
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 9

Umsókn um stuðul, Vága Tónleikarafelag

Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 10

Roknskaparreglugerð

Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna roknskaparreglugerðina fyri Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 11

Søla av matr. nr. 129d, Rodmund á Kelduni

Fíggjarnevndin mælir til at keypa matr. nr. 129d, frá Rodmund á Kelduni fyri kr. 50,- pr. m2.
Peningurin verður at taka av konto 6.22.11.380 (Byggibúning).

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 12

Hoyringsskriv í samband við umsókn frá Luna um loyvi at ala krækling á Sørvágsfirði, Heilsufrøðiliga starvsstovan

Havnarnevndin mælir til at svara soleiðis:

Vísandi til umsókn frá P/f Luna dagf. 15. februar 2013 um loyvi at ala krækling á Sørvágsfirði, verður mælt til at loyvi verður givið at ala krækling innanfyri verandi aliøki.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 13

Skipan av havnaøkinum

Uppskot frá Havnarnevndini um skipan av havnarøkinum til støðutakan í bygdaráðnum.

Havnarnevndin legði fram ætlan um at skipa havnarverkið.

 

 

 

Mál nr. 14

Umsókn um byggiloyvi til dur á matr. 148s, Sp/f Westtech

Sp/f Westtech hevur í skrivi, dagf. 10. apríl 2013 vegna Elias Jacobsen, søkt um byggiloyvi til dur á matr. nr. 148s í Sørvági.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til dur á matr. 148s, sambært umsókn og tekning dagf. 10. apríl 2013.
Annars er loyvið treytað av: Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu. Kunngerðarblaðið A, hefti 14,1992, kunngerð um brunaverju og brunatrygd.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 15

Umsókn um byggiloyvi til hjall á matr. nr. 65 í Gásadali, Gunnar Mikkelsen

Bygdaráðið samtykti at geva byggiloyvi samb. umsókn og innsendum tekningum.

 

 

 

Mál nr. 16

Umvæling av ellis og avlamisheiminum á Sýnini.

Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Almannaráðnum um umvæling av ellis- og avlamisheiminum á Sýnini dagfest 21.03.2013.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 17

Kirkjugarðurin í Gásadali

Fíggjarnevndin mælir til at brúka kr. 100.000,- til kirkjugarðin í Gásadali.
Peningurin verður at taka av konto 6.11.32.381.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 18

Keyp av lendi matr. nr. 255a, Heri Niclasen

Fíggjarnevndin mælir til at keypa matr. nr. 255a, frá Hera Niclasen fyri kr. 150.000,-
Peningurin verður at taka av konto 6.22.11.380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 19

Tilboð skúlin

Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Fuglark viðv. Sørvágs skúla arbeiði 2013 #2 Fíggjaryvirlit, har meirnýtslan verður 3.256.833. Hetta, tí tannlæknastovan verður dagførd og svimjihøllin fær møguleika fyri gosbaði. Samstundis mælir fíggjarnevndin til at taka av tilmælinum frá Fulgark dagfest 23.04.13, sum umfata arbeiðstakaranir J&K, Renovent og Torfinn Nielsen í samband við samanbygging gongspallur, miðlahøll, forhøll og høvuðsinngongd á samanlagt kr. 6.218.212,70.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 20

Avtala við tannlæknan

Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við avtaluni millum Sørvágs kommunu og Sp/f Mortan í Hamrabyrgi um barna- og ungdómstannrøkt í Sørvágs kommunu dagfestur 24.04.2013.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 20

Byggiloyvi til skúlan

Bygdaráðið samtykti at geva byggiloyvi til skúlan samb. umsókn dagfest 22.04.13 og tekningum dagfestar 06.03.13 frá Fuglark.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12