21.03.2013

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jóhan á Ørg
  • Jákup á Stongum
  • Hendrik Olsen
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Thordis Skaalum
Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um byggiloyvi til vakstrarhús á matr. 119p, Finnbogi Niclasen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til vakstrarhús á matr. 119p, sambært umsókn og tekning dagf. 25. februar 2013 og treyta av, at frástøðan til veg ap verður 5 m.
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 253p í Sørvági, Sp/f Westtech

Sp/f Westtech søkir í skrivi móttikið 19. mars 2013, vegna Olvheðin Jensen um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 253p í Sørvági.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvið sambært umsókn og tekningar dagf. 19. mars 2013.
Koda á planering er 43,8 m. Hædd á mønu kann í hægsta lagi verða 51 m.
Hædd frá planering til mønu kann sostatt verða 7,2 m.
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um byggiloyvi á matr. 272z, 272y og part av matr. nr. 272a, Sørvágs Snikkaravirki

Sørvágs snikkaravirki Sp/f søkir vegna Bústaðir í skrivi móttikið 12. mars 2013, um byggiloyvi til 5 íbúðir, ið skulu byggjast  á matr. 272z, matr. 272y og part av matr. nr. 272a í Sørvági.
Á bygdaráðsfundi 28. februar 2013 varð samtykt at selja nevndu matr. nr. til Bústaðir.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til ætlanina.
Treytin fyri at farast kann í gongd við at byggja er, at goldið verður fyri økið.
Byggiloyvið verður útskrivað, tá peningurin er goldin.
Vísandi til tlf. samr. 12. mars 2013 við Boga Jacobsen (Bústaðir) skulu nakrar tillagingar gerast á fasadutekningunum (suðursíðuni), og verður endaligt byggiloyvið útskrivað, tá hesar fyriliggja. Støddin á økinum er mett til 1.573 m2.
Umsókn verður send til Umhvørvisstovuna um at leggja matr. nr. saman til eitt matr. nr.
Byggjast má ikki hægri enn til kotu 34,56 m. yvir miðalvatn.
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu, og at skilaveggirnir millum íbúðunar skal vera BS60.

Jákup Suni Lauritsen luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um stuðul til stuttfilmsverkætlan, Jóannes Lamhauge

Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Uppskot frá Jóhan á Ørg um at selja egningarskúrarnar

Havnarnevndin mælir frá at egningarskúrarnir verða seldir.
Havnarnevndin metir, at Sørvágs kommuna er betur fyri at stýra, at skúrarnir verða nýttir til rætta endamálið.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

Kostnaður viðv. leigu av egningarskúrunum, Birgir Hansen

Havnarnevndin svarar Birgir Hansen, at leigan verður ásett árliga, og at málið verður tikið upp til nýggja viðgerð, tá fíggjarætlanin fyri 2014 verður viðgjørd.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 7

Vøllurin í Bø

Í samband við stormskaða á sparkivøllin í Bø, mælir Fíggjarnevndin til at taka av tilboðnum frá Erik Heinesen á kr. 45.556,64 v/mvg. Peningurin verður at taka av konto 5.24.62.380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Ábøtur á kommunuskrivstovuna

Fíggjarnevndin mælir til at taka av tilboðnum frá Kára Simonsen upp á skiftan av takinum á kommunuskrivstovuni á kr. 139.847,41 v/mvg og at taka av tilboðnum frá Vinjard Magnussen at mála kommunuskrivstovuna fyri  kr. 99.250,- v/mvg. Peningurin verður at taka av konto 6.11.31.380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 9

Fíggjarætlan 2014, Sørvágs Bókasavn

Trivnaðarnevndin viðmælir fíggjarætlanina hjá Sørvágs bókasavn fyri 2014.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 10

Umsókn um loyvi til uppíbygging á matr. 146b í Sørvági, Sp/f Westtech

Sp/f Westtech hevur í skrivi, móttikið 19. mars 2013, vegna systkini í Jákupsstovu, søkt um byggiloyvi til at byggja uppí "lítlahús" á matr. nr. 146b í Sørvági.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi samb. umsókn og tekningum móttiknar 19. mars 2013.
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.
Samstundis mælir Tekniska nevnd til, at matrikulerað matr. nr. ao samb. hjálagda korti.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 11

Umsókn um loyvi til tilbygging á matr. nr. 333b, c og k, Sp/f Westtech

Sp/f Westtech søkir í skrivi móttikið 19. mars 2013 vegna Oddbjørg og Jógvan Magnussen, um loyvi til tilbygging á matr. nr. 333b, c og k í Sørvági.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi samb. umsókn og tekningum móttikið 19. mars 2013.
Loyvið er treytað av, at bygningurin er 2,5 m. frá grannamarki.
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 12

Kunning í samband við umvæling av ellis- og avlamisheiminum á Sýnini í Miðvági.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12