28.02.2013

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jóhan á Ørg
  • Jákup á Stongum
  • Hendrik Olsen
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Thordis Skaalum
Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um byggiloyvi til transformarastøð, SEV

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til transformarastøð, samb. umsókn og tekning dagfest 8. februar 2013.
Áðrenn endaligt byggiloyvið verður útskrivað, skal loyvið frá Norðurtriðingi y.p. og LV fyriliggja.
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um byggiloyvi til frítíðaríbúðir í Mykinesi, Regin Joensen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvið til frítíðaríbúðir í Mykinesi, samb. umsókn dagf. 17. januar 2013 og tekningum/byggiætlan dagf. 16. februar 2006.
Byggiloyvið er treytað av, at bygningarnir hava flagtak og verða málaðir svartir.
Sagt verður frá, at kommunan ongar ætlanir hevur um nýggja vegaføring til økið.
Annars samb.vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 3

Rottangi á matr. nr. 147f, Herning Simonsen

Tekniska nevnd mælir til, at Herning Simonsen fær loyvi at taka verandi rottanga burtur á matr.nr. 147f og samstundis kann binda í felagstangan í Hagagerði.
Umsøkjarin ber allan kostnaðin.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 4

Tikið av skrá.

 

 

 

Mál nr. 5

Uppmerking av gøtum frá Sørvági til Oyrargjógv, Vága Kunningarstova

Tekniska nevnd mælir til, at málið verður viðgjørt í Fíggjarnevndini.
Fíggjarnevndin mælir til at játta kr. 20.000,00 harafturat kemur kostnaður fyri tølini, ið skulu setast á varðarnar. Peningurin verður at taka av konto 6.38.11.380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

Tikið av skrá.

 

Hús 07 Vestur.

Málið tikið av skrá.

 

Viðv. Felagshúsi á Dungasandi

Bygdaráðið samtykti at stuðla um- og útbygging av felagshúsi við 2,4 mió. í hesum valskeiðinum.

Játtanin er givin við ávísum treytum, sum verða samtyktar av bygdaráðnum og lagdar við sum skjal í málinum.

 

Treytir sum skulu standa í sáttmálanum:

  1. Átaka  at nýta hús og vøll í minst 15 ár
  2. At 07 Vestur fær ognarviðurskiftini viðv. undirlendinum uppá pláss
  3. At 07 Vestur fær ognarviðurskiftini viðv. húsinum uppá pláss
  4. At felagið ikki uttan loyvi frá kommununi kann veðseta bygningin
  5. At felagið ikki uttan loyvi frá kommununi kann selja bygningin
  6. At Sørvágs kommuna uttan nakað gjald, men sum viðurlag fyri stuðlinum til felagið, kann ogna sær bygningin um so verður, at 07 Vestur gevst við virksemi sínum.
  7. At 07 Vestur viðlíkaheldur húsið innan og uttan

 

Treytir fyri fígging:

  • Stuðul í 2013 700.000,00 kr.
  • Stuðul í 2014 700.000,00 kr.
  • Stuðul í 2015 500.000,00 kr.
  • Stuðul í 2016 500.000,00 kr.

 

Stuðulin í byggitíðini verður goldin móti skjalprógvaðum útreiðslum, tó ikki hægri enn játtanin er fyri ávísa árið.

Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um stuðul fyri 2013, 07 Vestur

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla 07 Vestur við kr. 175.000,00 fyri 2013.
Roknskapurin fyri 2012 skal fyriliggja, áðrenn stuðulin verður útgoldin.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndin. Peningurin verður at taka av konto 5.24.14.380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Liðuggerð av havnarøkinum, Jákup á Stongum

Havnarnevndin mælir til at taka av tilboði upp á kr. 100.000,00 frá Sp/f Kristian Olsen, um liðuggerð av havnarøkinum.
Peningurin verður at taka av kto. 7.38.14.381 - løgugjald Havnir/lendingar.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnarnevndini

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 9

Umsókn um stuðul til steypafinalur, Sørvágs Ítróttarfelag

Trivnaðarnevndin mælir til eins og undanfarin ár at stuðla við kr. 5.000,00 til morgunmat og leigu av hølum.
Eisini mælir Trivnaðarnevndin til at stuðla við kr. 5.000,00 til lýsing í leikskránni í samband við steypafinalurnar.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini. Peningurin verður at taka av konto 5.24.13.380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

 

 

 

Mál nr. 10

Umsókn um stuðul fyri 2013, Sørvágs Ítróttarfelag

Trivnaðarnevndin mælir til at lata stuðul uppá kr. 175.000,00 til Sørvágs Ítróttarfelag fyri 2013.
Roknskapurin fyri 2012 skal fyriliggja, áðrenn stuðulin verður útgoldin.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndin. Peningurin verður at taka av konto 5.24.14.380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

 

 

 

Mál nr. 11

Umsókn um stuðul til námsferð, 7. flokkur í Sørvágs skúla

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við somu treytum, sum undanfarin ár.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndin.
Peningurin verður at taka av konto 5.24.13.380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 12

Umsókn um stuðul "Náttin er ung", Ásla Myllá

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla tiltakinum við kr. 2.000,00.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndin. 
Peningurin verður at taka av konto 5.24.13.380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 13

Umsókn um stuðul, Country- og Bluesfestivalurin

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Country- og Bluesfestivalin í Sørvági við kr. 40.000,00 av kto. 5.24.14.380.
Umframt hetta verður kannað um møguleiki er at stuðla við kr. 35.000,00, soleiðis, at stuðulin verður tann sami sum í 2012.
Mælt verður til at  Fíggjarnevndin kannar hetta. 
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini. 
Kr. 35.000,00 verður at taka av konto 5.24.13.380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Thordis Skaalum og Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

 

 

 

Mál nr. 14

Umsókn um stuðul, Berin

Meirilutin í Trivnaðarnevndini mælir til at veita stuðul uppá kr. 1.000,00 til Berin.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndin.
Peningurin verður at taka av konto 5.24.13.380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 15

Umsókn um stuðul til Sørvágslegu, Maibritt í Haraldstovu

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Sørvágsleguna við kr. 10.000,00.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini. 
Peningurin verður at taka av konto 5.24.13.380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Ragnar í Haraldstovu luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

 

 

 

Mál nr. 16

Umsókn um at keypa matr. nr. 272a/b, Pernille Krogh og Óli Reynskor

Fíggjarnevndin mælir til at selja matr. nr. 272ab til Pernillu Krogh og Óla Reynskor samb. vanligum treytum.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Figgjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 17

Umsókn um at keypa matr. nr. 272z,y,a, Bústaðir

Fíggjarnevndin mælir til at selja matr. nr. 272z,y, og part av matr. nr. 272a til Bústaðir, samb. vanligum treytum.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Jákup Suni Lauritsen luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

 

 

 

Mál nr. 18

Útbjóðing, skúlin

Fíggjarnevndin mælir til at bjóða arbeiðið í samb. við umbygging av skúlanum út samb. tilmælinum frá Fuglark dagfest 21.02.2013.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 19

Sáttmáli, Vága Bjargingarfelag

Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna sáttmálan millum Vága Bjargingarfelag og Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 20

Umsókn um loyvi til uppíbygging á matr. nr. 165a, Jóhannus Joensen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til uppíbygging, samb. umsókn dagf. 18. februar 2013 og tekningar dagf. 25. februar 2013.
Grannaloyvið frá matr. nr. 157, Any Joensen, fyriliggur.
Byggiloyvið verður útskrivað, tá grannaloyvi frá matr. nr. 158e - Eik Banki fyriliggur, 
(Jóhannes Joensen biður sjálvur um grannaloyvi frá EIK).
Tekniska nevnd mælir frá at geva loyvi til at seta hurð í betonggarðin niðanfyri húsini út móti vegnum, vísandi til mynd, sum kommunan hevur móttikið.
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 21

Lántøka

Bygdaráðið samtykti at taka av tilboði frá Eik dagfest 21.01.13 um fígging á kr. 10,5 mió., sum í høvuðsheitum skal brúkast til m.a. skúlan og hús við fótbóltsvøllin. Áramálið er 20 ár.
Somuleiðis verður heimilað Sunrid Rasmussen, skrivara hjá Sørvágs kommunu, at undirskriva lániskjølini saman við Suna Jacobsen, borgarstjóra.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12