23.01.2013

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jóhan á Ørg
  • Jákup á Stongum
  • Hendrik Olsen
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Kunning av fíggjarætlanini fyri 2013 v.m.

 

 

 

Mál nr. 2

Val av nevndum:

Skúlanevndin í Sørvági   Skúlanevndin í Mykinesi
Majbritt Reynskor   Sigrun Mikkelsen
Arnjohn Hvítklett   Asta Jacobsen
    Rúna Joensen, tiltakslimur
     
Barnaverndin   Skattakærunevndin
Rúna Joensen   Jóhan á Ørg
Majbritt Reynskor, tiltakslimur   Sunrid Rasmussen
     
Hegnsýnisnevndin   Valnevndin í Sørvági
Magnus Magnussen   Oddur Petersen
Eddie Lauritsen   Torkil Haraldsen
Gutti Guttesen   Sjúrður Mikkelsen
     
Ferðslunevndin   Sørvágs bygdasavn
Sune Jacobsen   Thordis Skaalum
Løgreglan    
     
Eykalim til Sýnina    
Jákup á Stongum    

 

 

 

Mál nr. 3

Niðurlegging av valstøðunum í Bø og Gásadali

Bygdaráðið samtykti at tað skal vera eitt valstað fyri Sørvág, Bø og Gásadal í samband við kommunustýrisval. Somuleiðis verður heitt á Innlendismálaráðið og Ríkisumboðið, um at tað verður tað sama til Løgting- og Fólkatingsval.

 

 

 

Mál nr. 4

Ums. um keyp av bókum, Mannbjørn Jacobsen

Fíggjarnevndin mælir til at keypa 15 bøkur, treytað av at Trivnaðarnevndin tekur undir við tí.
Trivnaðarnevndin: Jóhan á Ørg  mælir til at keypa 15 bøkur.
Ragnar í Haraldsstovu tekur støðu á bygdaráðsfundinum.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Ums. um stuðul, SR

Fíggjarnevndin mælir til at játta kr. 100.000 í stuðul til Sørvágs Róðrarfelag í samband við umvæling av húsinum, treytað av at Trivnaðarnevndin eisini tekur undir við tí. Peningurin verður at taka av konto 5.24.62.380.
Trivnaðarnevndin mælir til at játta kr.100.000,00 í stuðli til Sørvágs Róðrarfelag.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

Sáttmáli við Sonna Jacobsen

Fíggjarnevndin mælir til at gera sáttmála við Sonna Jacobsen um at skriva søguna hjá Sørvágs kommunu. Sáttmálin er galdandi í eitt ár. Í sáttmálanum skal standa, at ein fylgibólkur, saman við rithøvundinum, skal viðgera tilfarið.
Trivnaðarnevndin mælir til at gera sáttmála við Sonna Jacobsen um at skriva søguna hjá Sørvágs kommunu. Sáttmálin verður galdandi í eitt ár.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um við at keypa fløgur, Sláið Ring

Fíggjarnevndin mælir til ikki stuðla. Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um prinsipielt byggiloyvi til útbygging á havnarøkinum, Hiddenfjord

Tekniska nevnd mælir til at geva prinsipielt byggiloyvi til útbygging á havnarøkinum á matr. nr. 353e samb. umsókn og tekning dagfest 14. januar 2013.
Havnarnevndin mælir til at geva prinsipielt byggiloyvi til útbygging nr.2 og at leigusáttmálin verður víðkaður samsvarandi hesum.
Havnarnevndin mælir eisini til, at leigusáttmálin verður víðkaður til at umfata  økið, ið verður brúkt til avskiping.
Havnarnevndin mælir til at bygdaráðið tekur støðu til, um byggisamtyktin møguliga skal broytast fyri at ganga umsóknini um útbygging nr.1 á møti.

Bygdaráðið samtykti at endurskoða byggisamtyktina, og at gera frávik samb. grein 9, og geva prinsipielt byggiloyvi, vísandi til, at arbeitt verður við at broyta byggisamtyktina, og at frávikið er í tráð við ætlaðu broyting.

 

 

 

Mál nr. 9

Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. 200a í Sørvági, Høgni og Vivian Ole-Jacobsen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til sethús á matr. nr. 200a í Sørvági, samb. umsókn og tekningar dagf. 10. januar 2013.
Samb. tinglýstum servitutti kann hædd á takás verða 47,85m yvir miðalvatn. Umsóknin lýkur hesi krøv.
Annars samb. vanligum treytum fyri sethúsabygging í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 10

Tilmæli í samband við ums. um skattafrælsi, TAKS

Fíggjarnevndin mælir til at felagið Trivni fær skattafrælsi.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini av málinum.

 

 

 

Mál nr. 11

Setan av hjálparfólki til tannlæknastovuna

Henny Nolsøe er sett í starvið.

 

 

 

Mál nr. 12

Kirkjugarðurin í Gásadali

Samb. tilmæli frá borgarstjóranum dagfest 14. januar 2013 mælir Tekniska nevnd til at ein síða av kirkjugarðinum í Gásadali verður laðað í 2013.
Mælt verður til at kr. 50.000,00 verða tiknar av kto. 6.24.51.380 (Kirkjugarðar) og kr. 100.000,00 av kto. 6.11.32.381 (Fríðkan av kommununi).
Fíggjarnevndin mælir til at arbeiða víðari við kirkjugarðinum í Gásadali sambært tilmæli frá Teknisku nevnd.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 13

Uppdyrkingarvegur í Gásadali

Samb. tilmæli frá borgarstjóranum dagf. 14. januar 2013, mælir Tekniska nevnd til at taka av tilboði frá Poul Sigmund Mikkelsen um at gera uppdyrkingarveg í framhaldi av Gerðisvegi í Gásadali.
Tilboðið er uppá kr. 100.000,00 og verður at taka av kto. 6.38.11.381 (Vegir løgujáttan).
Fíggjarnevndin mælir til at taka av tilboðnum hjá Poul Sigmund Mikkelsen í samband við vegin í Gásadali sambært tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 14

Skúlin

Tekniska nevnd mælir til at fara undir at prosjektera framhaldandi dagføring av Sørvágs skúla, samb. uppskoti frá FUGLARK, móttikið við telduposti 17. januar 2013.
Fíggjarnevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 15

Fulltrú til borgarstjóran og skrivaran

Bygdaráðið samtykti at geva borgarstjóranum, Suna Jacobsen og skrivaranum, Sunrid Rasmussen, fulltrú til at undirskriva skjøl í samband við keyp og sølu av ognum hjá kommununi (Kommunustýrislógin §44 stk. 2). Somuleiðis samtykti bygdaráðið at geva borgarstjóranum fulltrú til allar konti hjá kommununi.

 

 

 

Mál nr. 16

Søla av matr. nr. 253n, Jónvá Hansen og Sigurd Nielsen

Fíggjarnevndin mælir til at selja matr. nr. 253n til Jónvu Hansen og Sigurd Nielsen, sambært vanligum treytum.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 17

Søla av matr. nr. 49g í Gásadali

Fíggjarnevndin mælir til at selja matr. nr. 49g fyri  kr. 67.200,- til Jákup Suna Lautirsen í staðin fyri til Sørvágs Snikkaravirki.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Jákup Suni Lauritsen luttók ikki í viðgerðini av málinum.

 

 

 

Mál nr. 18

Frágreiðing við roknskapi

Bygdaráðið samtykti at góðkenna frágreiðing við roknskapi 1/1-31/12 hjá Sørvágs Bókasavni.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12